Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Mynd: KVF

Andrias Berglíð skrivar í viðmerking, at tað ikki eru settir meiri pengar av til grunnin til óarbeiðsførar fiskimenn. Hetta er ikki rætt.

Sum partur av semjuni millum meg og samgonguna, bað undirritaði um at meiri peningur bleiv settur av til grunnin til óarbeiðsførar fiskimenn á fíggjarlógini og bleiv hetta eftirlíkað. Frammanundan stóðu kr. 100.000 á fíggjarlógini og hetta verður hækkað til kr. 250.000.

Eisini samdust vit um at seta meiri pening av til verkætlanina við Hvalastøðina við Áir, fyri at fáa bygningarnar settar í stand, og til Krígssavnið í Vágum sum ein styrk fyri at fáa savnið flutt og umskipað SOR-bygninginum við flogvøllin.

Alt hetta er sjálvsagt treytað av at fíggjarlógin verður samtykt.

Magni Laksáfoss
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo