Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

- Í fyrstu syftu er tað ein tryggleiki fyri okkara viðskiftafólk, men tað er sanniliga eisini ein tryggleiki í økjunum, har okkara hýruvognar koyra, sigur Sigmund Signarsson, nevndarformaður í pf. Auto.

Allir hýruvognarnir hjá felagnum eru útgjørdir við hjartastartara, og allir hýruvognsførararnir hava verið á hjartastartaraskeiði. Hetta tryggleikaskapandi átak man helst vera eindømi í heiminum.

Auto fegnast um gongdina
Hagtølini siga, at fleiri hjartatilburðir henda í almenna rúminum á hvørjum ári, og vit vita, at steðgar hjartað, telur hvør einasti minuttur.

Tí er at fegnast um, at alt fleiri hjartastartarar eru í samfelagnum. Flestu teirra eru innandura og nakrir eru uttandura.

- Okkara hýruvognar eru nógv í vinnu, so okkara hjartastartarar eru ofta í økjunum ímillum hinar føstu hjartastartararnar, sigur Sigmund Signarsson.

Nevndarformaðurin í Auto vísir á, at støðfólk og bilførarar eru altíð til arbeiðis, tí støðin hevur opið allar dagar í árinum og veitir koyritænastu alt samdøgrið.

- Støðin hevur eina koyriskipan, sum vísir, hvar hýruvognarnir eru, so hendir ein hjartatilburður, og lívsneyðugu minuttirnir byrja at telja, so kunnu hýruvognarnir hjá okkum kanska verða ein hjálp, sigur Sigmund Signarsson.

Hýruvognarnir hjá Auto koyra fyri tað mesta í Suðurstreymoy og í Vágunum, men undirstøðukervið verður nú útbygt, so skjótt verða hýruvognarnir eisini meira regluliga í Eysturoynni og Sandoynni.

Pf. Auto hevur langtíðarleigað hjartastartararnar frá pf. Føniks.

- Hetta er eitt skilagott átak, sum er tryggleikaskapandi fyri nógvar borgarar í landinum, og tí eru vit gjarna ein partur í átakinum, sigur Bárður Simonsen, stjóri í pf. Føniks.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo