Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Andaktir

Fór úr Ónagerði út í Eysturoynna ein hósdag í føstu seinast í áttatiárunum. Ungur og virkisfúsur. Mær dámdi kallið sum sóknarprestur. Kendi meg óverdigan til tænastuna og ivaðist eina tíð, um hetta var leiðin at ganga.

Longu tað fyrsta lestrarhálvárið fekk eg at vita frá virknum kirkjufólkum, at tað var óhóskandi at lesa til prest og vera ógiftur pápi. Útsøgnin elti mannin.

At gerast pápi er tann størsta gávan mær er givin, – okkum, ið seinni gingu í hjúnalag. Hóast vit vóru ung, var sannføringin sterk. Tann unga mamman føddi lívsins størstu signing. Børnini eru ein gáva frá Harranum, og lívið er heilagt. Tað var mær ómøguligt at skilja, at lívið var givið av Guði og samstundis málað so syndafult.

Vælsignað við fýra børnum, og kenslan av eydnu var eins stór hvørja ferð. Síðan komu abbabørnini og stroyddu veg okkara við gleði. Allar løtur vóru ikki ljósar, men Harrans signandi løkur gav altíð størri orku, enn avbjóðingin kravdi. Mong góð fólk við heitum hjørtum hava stuðlað á leiðini.

Steðgaði á uppi á Leiti og hugdi oman á Bakkan. Kirkjan og prestagarðurin vóru kjølfestið í lívinum. Í halgidóminum funnu vit friðin í Jesusi Kristi

Nú í 2017 stundar kirkjan á Bakkanum til sín 125 ára føðingardag. Sóknarpresturin, Jóannes Purkhús, hevur boðið mær at prædika annan sunnudag í advent, sjálvan føðingardagin. Gleði meg at vitja Eystan Múla, – fólkið, ið myndaði prestin við kærleika, umsorgan og forbøn.

Mangt er hent á leiðini. Nú eri eg biskupur í fólkakirkjuni. Ábyrgdin er stór. Tað er ein frøi at virka í orðsins tænastu saman við dugnaligum sóknarprestum og leikfólki, ið eru eins ymisk, sum lívið er fjølbroytt.

Mítt hægsta ynski er at møta fólkinum við tí góðsku, sum tey gomlu kirkjufólkini møttu mær við, tá ið sjálvvirði var lágt. Tað er møguliga torført at skilja, at sjálvvirðið einaferð var væl lægri enn nú. Maðurin er kendur fyri óteljandi útsagnir. Onkur heldur, at orðini eru streymlinjað.

Fór út úr bilinum og lýsti Guðs signing yvir Viðareiðis bygd og fólkið. Minnini eru vøkur, hóast eitt danskt sangkór lýsti trúnna hjá viðingum deyða og køvisliga.

Viðingar vóru blíðir við eitt vitjandi danskt kór, ið helt eina konsert í kirkjuni ein summardag. Blíðskapur, matur og drekka. Takkarlønin var skrivað í eina almenna ferðafrásøgn. Sagt varð at viðingar vóru eitt fólk við køvisligari og deydligari gudstrúgv.

At lesa hetta skotsmálið um teir gomlu viðingarnar, kvinnur og menn, ið vóru gudrøkin sum fáur, var nívandi hjá einum ungum sóknarpresti. Tað píndi veruliga.

Viðingar sótu ikki og klappaðu í kirkjuni, sum vit gera nú á døgum. Tað var andakt, tign og kvirra. Lærdi at kenna hitan frá viðingum bæði í Missiónshúsinum og kirkjuni. Tey vóru við tí góða orðinum og lyftu huglagið upp. Ikki eitt øvugt orð øll árini, einans blíðskapur og signing.

Leiðin gekk til Oyndarfjarðar. Ein drúgv ferð. Bíðitíðin á ferjuleguni longdi um túrin. Ferðin um Leirvíksfjørð økti við síni sosialu løtum um skaran av vinum og kenningum.

Komin til Oyndarfjarðar varð farið beinleiðis í kirkjuna. Tað var avtalað við deknin, Erling Mortensen, hóast prestur var boðin til búgvið borð. Ferðaætlanin gjørdi tað møguligt at koma til tíðina og fara norðuraftur beinanvegin, gudstænastan var liðug. Tað hóvaði konuni, at húsbóndin ikki lá nátt burturi.

Havi notið mangan blíðskapin frá hjúnum Erlingi og Edith. Fjálgt at vitja teirra heim og uppliva umsorgan.

Trúgvin var eyðsýnd í eyðmýkt og als ikki prangandi. Nú njóta tey og mong onnur Harrans máltíð í Guðs ríki.

Tá ið gudstænastan var liðug, gav Erling mær ein beriposa við frukt og drekka. Tá ið stundir ikki vóru at støkka inn á gólvið, so skuldi prestur ikki óleskaður av bygdini. “Tak hetta við tær, og tú kanst njóta tað á ferjuleguni.”

Máltíðin á bryggjuni í Leirvík gagnaðist væl. Tað var eisini nakað annað, ið fylti sinnið. Orðini, ið deknurin segði, tá ið vit bóðu hvør øðrum góða nátt, hava fylgt mær øll árini: “Harrin signi tygum, prestur, og gevi tygum at ganga Harrans gøtur við gleði.”

Jú, sanniliga havi eg grátið mong tár saman fólkinum, tá ið sjúka, vanlukka og sorg bankaðu á dyrnar. Tað hava verið nógvar svárar løtur í lívi fólksins, eisini í mínari tíð sum prestur. Alt ov nógvar, og hvør vanlukka er ein ov nógv.

Men signingin hjá dekninum hevur borið meg í tænastuni. Gleðin í kallinum hevur fylgt mær øll árini. Gleðin í Jesusi sum Harra og frelsara er óskalað.

Gudstrúgv teirra gomlu, ið eg møtti sum ungur, er ein dýrgripur í hjartanum. Heldur ikki tey vóru fullkomin.

Men, tey settu sítt álit á Kristus, ið er fullkomin vára og alra vegna. Amen.

Orðið: “Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” (Hebrearabrævið 13,7).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo