Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hava aliloyvini á Hvalbiarfirði og Hovsfirði fingið sera nógva umrøðu.

Støðan er jú tann í dag, at hesi bæði aliloyvi, ikki eru tillutað nøkrum, hóast áhugin at fáa hendur í teimum, tykist at vera rættiliga stórur, og kann tað tykjast ikki sørt ørkymlandi, at myndugleikin soleiðis, beinleiðis forðar fyri gagnnýtslu av hesum økjum.

Hvussu støðan er íkomin – t.v.s. at hesi loyvi nú eru leys at søkja – er ikki tað umráðandi í hesum máli.

Tað ið hevur týdning er, at loyvini vera gagnnýtt á besta hátt.

Hvat merkir so tað?

Havandi í huga serstøku støðuna í Suðuroynni, har arbeiðsloysi er sera høgt, gongdin í fólkatali er negativ í mun til vøksturin ið er í øðrum pørtum av Landinum, lágu meðalinntøkurnar og harvið lágu inntøkurnar til kommunukassarnar, vildi verið sjálvsagt, at hildið at skynsom gagnnýtsla av aliloyvunum í Suðuroy, ikki einans skulu geva sum mest til føroyska samfelagið, men so sanniliga eisini geva so stórt avkast, og skapa so nógv virksemi sum gjørligt í Suðuroynni.

Tað er skynsom gagnnýtsla av loyvunum og hevur betri virkna enn nøkur serstøk “stuðulsætlan” ið annars kundi komið uppá tal frá Almennari síðu.

Skal sum mest fáast burturúr, skal eitt alifelag fáa tillutað øll aliloyvi í Oynni. Hetta skapar grundarlag fyri einum kryvjivirki har allur tann fiskur ið verður aldur í Oynni verður hagreiddur.

Eisini kann hetta vera grundarlag fyri stórari smoltstøð ið kann veita øll tey smolt ið vera latin í alibrúkini í Oynni.

Vera aliloyvini í Suðuroynni býtt millum fleiri alarar, verur framleiðslan hjá hvørjum einstøkum, ikki nóg stór at bera íløgur og rakstur av nýggjum, nútímans sláturvirki ella smoltstøð.

Hatta er so tann fíggjarligi parturin fyri Suðuroynna í hesum máli. Men her eru eisini onnur fyrilit at taka tá avgerð skal takast um hvør skal fáa tillutað umrøddu aliloyvi.

Lærdur av ringum royndum, vil eg staðiliga ávara ímóti at luta aliloyvini í Suðuroynni út til fleiri ymiskar aktørar.

Til tess at fyribyrgja spjaðing av sjúkum, í stríðnum móti laksalús v.m. hava alifeløgini seinastu árini býtt um aliøkir so hesi, í størst møguligan mun, eru samanhangandi. Á henda hátt ber til, at gera langtíðar ætlanir fyri útseting av smolti, avlúsing, tøku, brakklegging v.m.

Havandi hetta fyri eygað, er einans pláss fyri einari alifyritøku í Suðuroynni.

Væntast kann, at tað verður at kalla vónleyst at samskipa raksturin fyri tvey ymisk feløg ið koma at liggja so tætt saman.

Hvør ið skal fáa tillutað tey bæði aliloyvini ið eru leys at søkja, skal eg ikki seta navn á, men sum sagt omanfyri, er einasta skilagóða avgerð, at tað skal vera sama felag sum hevur hini aliloyvini í Oynni.

Alt annað má sigast at vera reinur ørskapur.

Greitt er, at í verandi løtu, er ikki lógarheimild fyri, at áseta treytir um t.d. hvar fiskurin úr alibrúkum í Suðuroynni skal virkast.

Hetta forðar tó ikki fyri, at tað er tann ið kann geva bindandi tilsøgn um mest virksemi í Suðuroynni, ið fær - ikki bert loyvini á Hvalbiarfirði og Hovsfirði - men eisini í restini av Oynni.

Heri Hjelm                                                          
Fyrrv. alari 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo