Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í nýggjari frágreiðing, sum umsitingin og Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hava latið býráðslimum, verður staðfest, at stórar avbjóðingar verða á eldraøkinum næstu árini.

Talið á borgarum 80 ár og eldri fer at tvífaldast til 2030, og longu í 2026 verða fleiri fólk í kommununi í aldrinum 40 ár og eldri enn í aldursbólkinum yngri enn 40 ár.

Tað, at borgararnir í kommununi eldast, broytir eisini fortreytirnar fyri, hvussu mong fólk í arbeiðsførum aldri verða at forsyrgja eldru borgarunum.

Í 2015 vóru fimm fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjonist í Tórshavnar kommunu. Í 2030 verða væntandi trý fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjonist.

Hesar hagtalsligu staðfestingarnar í frágreiðingini um gongdina á eldraøkinum í framtíðini mugu takast í størsta álvara.

Byggja í stigum
Hyggjuráðini at nøkta tørvin á búplássum til eldri í kommununi eru fleiri.

Tørvur verður heilt vist á fleiri røktarheimsplássum. Aðrar loysnir eru eldraíbúðir, at styrkja heimatænastuna, so fólk kunnu verða heima sum longst, stutttíðarpláss á stovni, dagtilboð og heilsufremjandi tiltøk. Vælferðartøknin mennist eisini allatíðina.

Eitt áhugavert tilmæli í frágreiðingini er, at næstu ferð eitt røktarheim verður bygt, skal tað byggjast í stigum. Nevnt verður sum dømi, at fyrstu 25 búplássini kunnu gerast beinanvegin, og síðan kunnu 10 búpláss byggjast aftrat í trimum umførum triðja hvørt ár.

Kommunan skal eisini gera av, hvat skal gerast við tey røktarbúpláss, sum í dag eru ótíðarhóskandi. Sum frálíður skulu tey skiftast út, og tað fer at krevja íløgur.

Í frágreiðingini verður mælt kommununi til at ansa væl eftir, um hon skal byggja eldraíbúðir. Hetta krevur stórar íløgur, og tær kunnu gerast ein snávingarsteinur hjá kommununi, ið fer at tarna øðrum íløgum í eldrarøktina.

Tjóðveldi setir eldraøkið á breddan fyri komandi býráðsskeið og vil fremja loysnir, sum leggja upp fyri tørvinum í framtíðini.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo