Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í samband við stóra fight night tiltakið á Hálsi í kvøld eru nógv fólk komin til Føroyar úr øllum norðurlondum.

Har ímillum tveir venjarar. annar úr Noregi, Simen Groettum og hin úr Danmark, Johan Bech. Báðir eru royndir MMA kemparar og luttaka enn á høgum støði. Hesaferð eru teir einans við sum venjarar/hjálparar. Báðir hava luttakara við sum skal í dyst í kvøld.

Í dag var kallað inn til fundar, tí venjarnir báðir, settu fram ynski um at sleppa í ringin/búrið ímóti hvørjum øðrum.

Tað bleiv avgjørt at umskipa dystplanin og ganga teirra ynski á møti, soleiðis at hesir báðir bresta saman í kvøld.

Hvussu alt hongur saman er ilt at siga, men spennandi verður, hvussu dysturin teirra millum endar og um semjan verður avgreidd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo