Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka ellla innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievnið.     

Avgjøld av øllum handa slagi hava eyðkent sitandi samgongu. Kreativitetinum hevur ikki feilað nakað, tá tað hevur snúð seg um at uppfinna nýggj avgjøld og hækka verandi.

Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld. Fólkaflokkurin vil minka ella avtaka gjøld, sum sitandi samgonga hevur lagt á skattgjaldaran.   

Í sannari avgjaldsøði hevur henda samgongan uppfunnið avgjøld av øllum handaslagi. Henda øðin skal steðgast.

Nú skal borgarin, familjan,  einstaklingurin, skattgjaldarin í fokus heldur enn landskassin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo