Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

34 milliónir krónur eru settar av til at byggja ein avloysarabát til Strandferðsluna. Báturin skal vera liðugur um eitt ár.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, hevur kortini vónir um, at tað fer at eydnast at útvega pengar at endurnýggja gomlu ferjurnar kring oyggjarnar.

Við Kringvarpið í dag sigur hann, at tað, sum hevur týdning fyri Strandferðsluna, er, at hon kann røkja flutningsskylduna á besta hátt í mánaðunum, sum liggja fyri framman.

- Tað kunnu vit ikki, sum støðan er í dag (røkja flutningsskylduna á besta hátt, red), og tí blívur hesin her báturin sera, sera hentur fyri okkum, og tann patenti váðin, sum vit allatíðina hava, at eingin bátur er tøkur, blívur burtur, sigur Hilmar Eliasen.

Stjórin á SSL er eisini klárur uppá, at tað ringasta, sum kann henda, hendir.

- Tú kanst ímynda tær eina støðu í summar, har allir bátarnir hjá Strandferðsluni eru í rakstri, at okkurt hendir, og tá kann tann støða lættliga uppstanda, at vit ikki hava nakað sum helst at seta inn. Eisini tí teir fáu privatu bátarnir, sum eru, eru í øðrum rakstri.

Hoyr alt innslagið við SSL-stjóran her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo