Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Vil Tjóðveldi avtaka fólkatingssessirnar, so er besta byrjan at lata vera við at stilla upp til fólkatingsval. Tað hevði verið ein góð og virðilig byrjan.

Fólkatingið kemur aldri at atkvøða um føroyskt fullveldi - tann avgerðin liggur bara í Føroyum.

Sambært Høgna Hoydal stillar Tjóðveldi upp til fólkatingið fyri "at brúka øll høvi at tala okkara sak". Hetta er "røddin hjá føroyingum í altjóða høpi," sigur hann.

Og so staðfestir hann, at "skuldi tað hent, at Tjóðveldi verður tungan á vágskálini í Fólkatinginum, hevur Tjóðveldi bara eitt krav, og tað er, at danska stjórnin viðurkennir, at avgerðin liggur hjá Føroya fólki, og at vit kunnu hava okkara egnu grundlóg."

Ein løgin undanførðsla, tí er tað nakað, sum allir flokkar á fólkatingi eru púra samdir um, so er tað, at um føroyingar atkvøða fyri egnari grundlóg og sjálvstýri, so taka allir flokkar undir við, at avgerðin liggur í Føroyum og onga aðrastaðni.

So tað er bara hjá Tjóðveldi at leggja uppskot fyri føroyingar um at taka fullveldi.

Atkvøða føroyingar fyri loysingini, so fáa vit loysing.

Høgni Hoydal sigur við in.fo, at "sjálvandi vil Tjóðveldi avtaka fólkatingsessirnar, men hann staðfestir samstundis, at tað er avgerandi, at vit samstundis fáa valdið heim til Føroya. Tað er ikki rakettvísindi, tí endamálið við politikkinum hjá Tjóðveldi er at fáa alt vald yvir Føroyum, aftur til Føroya."

Og fyri at fremja hetta vil Høgni Hoydal brúka fólkatingssessirnar, sum Páll á Reynatúgvu vil avtaka.

Forrestin segði Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi eisini, at "sjálvandi skulu fólkatingssessirnir brúkast til at fremja fullveldi."

Tjóðveldi hevur álvarsliga misskilt nakað.

Tað eru bara føroyingar, sum kunnu atkvøða um fullveldi.

Fólkatingið hevur samfelt fleiri ferðir staðfest, at tann avgerðin eina og aleina liggur í Føroyum.

Atkvøða føroyingar fyri fullveldi, so fáa vit fullveldi.

Tjóðveldi kemur ongantíð at atkvøða fyri føroyskum fullveldi á fólkatingi.

Lars Løkke Rasmussen hevur t.d. fleiri ferðir staðfest, at "Færøerne frit kan vælge at arbejde med egen forfatning."

Í einum kjaki segði hann beinleiðis við Høgna Hoydal:

"Hvis Færøerne ønsker et andet forhold til Danmark end det, Færøerne aktuelt har, så løber man en åben dør ind, men den kan kun åbnes fra den færøske side, for vores grundsynspunkt er sådan set det, at vi har et stærkt og rigt rigsfællesskab, og det ønsker vi at stå ved. Men er der en stemning på Færøerne, som også rækker ud over hr. Høgni Hoydals eget parti, og som dækker et solidt flertal i den færøske befolkning, vil jeg selvfølgelig til hver en tid respektere det og tage de nødvendige konsekvenser af det."

So avtakið endiliga fólkatingssessirnir.

Vísi at tit meina tað við at lata vera við at stilla upp.

Og latið so føroyingar atkvøða um fullveldi, tí tann avgerðin liggur bara hjá okkum sjálvum.

Tað verður ongantíð atkvøtt um føroyskt fullveldi á fólkatingi.

Men fólkatingið fer óivað einmælt at taka undir við fullveldi, um ein meiriluti á løgtingi atkvøður fyri tí.

Vaknið úr dreyminum, um tit tora!

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo