Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava í dag undirritað semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2018. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar á Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London.

Sambært semjuni, sum var undirritað í dag, verður mest loyvda veiða 816.797 tons í 2018. Føroyska makrelkvotan verður sostatt 102.924 tons í 2018 samsvarandi býtislyklinum í Makrelsemjuni frá 2014.

Harumframt eydnaðist øllum strandarlondunum at semjast um eina langtíðarumsitingarætlan fyri makrelin í Landnyrðingsatlantshavi, sum er burðardygg sambært ICES.

Eisini viðgjørdu strandarlondini møguleikan at víðka Makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar, tað eydnaðist tó ikki.

Við samráðingarlok í dag avhendi Noreg formansskapin fyri strandarlandasamráðingarnar um makrel til Føroyar.

Semjan kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann