Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

B36: Aleksander Djordjevic heldur fram sum venjari hjá 1. deild kvinnum. Djordjevic var í ár venjara hjá felagsliðnum hjá AB/B36, og hevur áður verið venjari hjá besta liðnum hjá kvinnunum í KÍ, har tær gjørdist meistarar í 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013 og 2014. Talan er tí um venjara, ið veit, hvat krevst fyri at røkka hægsta tindin í kvinnudeildin. Sum partur av avtaluni fer Djordjevic komandi tvey árini undir at taka UEFA Pro Licens venjaraprógv. Í løtuni er bert ein venjari í Føroyum, ið hevur hetta prógv.

Avtala er samstundis eisini gjørd við Óla Djurhuus, at hann skal halda fram sum hjálparvenjari hjá Djordjevic og eisini venja G17. Óli Djurhuus fer á undir at taka síðsti skeiðini til tess at fáa B venjara prógv.

Fyrrverandi gull vinnarin í 1. deild kvinnur og landsliðsleikarin, Anja Rein, er sett sum høvuðsvenjari hjá G14. Tað er ein stór gleði hjá okkum í B36, at vit kunnu seta ein av gull vinnarnum frá seinasta FM liðnum hjá B36-kvinnum sum venjara. Anja Rein vandi í 2014 G12 saman við Inga Jacobsen og vunnu hesar gull í bæði A og C bólkinum.

- Setanin av hesum trimum venjarum er ein partur í okkara ætlan at seta enn meira fokus á kvinnufótbóltin í felagnum og tryggja kvinnufótbóltinum best møguligar umstøður, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður, í stuttari viðmerking.

Gentudeildin í B36 hevur seinastu árini haft sera góð úrslit, har G12 og G14 vunnu FM í 2015, meðan G17 vunnu silvur og bronsu í ávíkavíst steypa- og landskappingini. Ein partur av starvinum hjá Djordjevic er tí, at hann í samstarv við høvuðsungdómsvenjaran í felagnum, Áka Johansen, skal gera eina ætlan fyri, hvussu felagið á bestan hátt mennir gentuleikararnar í felagnum, so felagið í framtíðini aftur, kann vera partur av oddinum í føroyskum kvinnufótbóltið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo