Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Tónleikur

Birkblog: Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis.

Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo