Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki fyri kvinnur og menn og í blandaðum tvímansleiki verða spældir fríggjadagin 01. apríl frá kl. 17.00, somuleiðis í badmintonhøllini í Havn.

Finalurnar í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki verða spældar í høllini á Hálsi leygardagin 02. apríl. Kontrast FM 2016 er aftur í ár eitt samstarv millum borðtennis, judo og badminton.

Skráin fyri tær fimm finalurnar í badminton sær soleiðis út:

Tvímansleikur kvinnur kl. 10.10
Tvímansleikur menn kl. 11.30
Blandaður tvímansleikur kl. 12.50
Einmansleikur kvinnur kl. 15.05
Einmansleikur menn kl. 16.35

Finalurnar í einmansleiki hjá kvinnum og monnum verða vístar beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

- Í ár rokna vit við, at tað verða nógvir tættir dystir longu í innleiðandi dystunum og líka til tær síðstu finalurnar eru spældar. Teir ungu, evnaríku leikararnir ætla at bjóða teimum meira royndu av og kanska serliga á kvinnusíðuni, nú Rannvá D. Carlsson ikki verður við á ár. FM-kappingin í ár er eisini eitt stórt stig í fyrireikingunum til undankappingina til EM  fyri blandað lið, sum verður í døgunum 11.-13. november i ár. Fyri leikararnar er FM ein roynd, áðrenn eina møguliga landsliðsúttøku til undankappingina til EM fyri blandað lið, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya.

Ikki ber til at útnevna nakran ávísan favorit, hvørki í einmansleiki, tvímansleiki ella blandaðum tvímansleiki. Í tvímansleiki hjá kvinnum eru Simone Romme og Brynhild D. Carlsson undanskipaðar sum nummar 1, meðan Kristina Eriksen og Gunnva Jacobsen eru undanskipaðar sum nummar 2.

Í tvímansleiki hjá monnunum eru Niclas Eysturoy og Bartal Poulsen undanskipaðir sum nummar 1 og Benjamin Gunnarstein og Magnus Dal-Christiansen nummar 2.

Í blandaðum tvímansleiki eru Brynhild D. Carlsson og Niclas Eysturoy undanskipaði sum nummar 1, og Simone Romme og Benjamin Gunnarstein nummar 2.

Í einmansleiki hjá kvinnum er Brynhild D. Carlsson undanskipað sum nummar 1, og Kristina Eriksen nummar 2. Í einmansleiki hjá monnum er føroyameistarin frá í fjør Benjamin Gunnarstein undanskipaður sum nummar 1, Niclas Eysturoy nummar 2,  Magnus Dal-Christiansen nummar 3 og Rógvi Poulsen nummar 4.

- Eg ivist ikki í, at til FM-kappingina í ár fara vit at síggja nógvir tættir og sera spennandi dystir á sera høgum støði, tí at føroyskt badminton er í sera stórari menning – bæði fyri teir leikarar, sum dagliga venja í Føroyum og teir, sum í longri ella styttri tíð búgva og venja uttanfyri Føroyar, sigur Erik Engelbrecht Thomsen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo