Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Sum partur av Grassroots vikuni hjá UEFA, skipaðu FSF og Parasport Føroyar farna sunnudag fyri fótbóltstiltaki á Tórsvølli, ið var ætlað fólkum við menningartarni.

Tiltakið eydnaðist væl, og fingu bæði roynd og óroynd møguleika at hugna sær við bóltinum.

Hetta var samstundis seinast Grassrootstiltakið í ár. Tilsamans hava umleið 500 børn og ung luttikið á tiltøkunum, sum síðstu vikuna hava verið kring alt landið.

Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna á Facebook vanganum hjá FSF: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo