Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Nevndin hevur skotið upp eitt vinningsbýti fyri hvørt partabræv á 8,25 kr. fyri 2018. Vinningsbýtið fyri hvørt partabræv var 10,50 kr. í 2017.

Uppskotið til vinningsbýti skal góðkennast av aðalfundinum, og um tað verður góðtikið, verður samlaða upphæddin til útgjald av vinningsbýti áljóðandi 403,1 mió kr.    

Stórsti einstaki partaeigarin er stjórin sjálvur, Regin Jacobsen, sum við ársbyrjan átti 4.495.198 partabrøv. Tað svarar til 9,2% av øllum partabrøvumum í Bakkafrost. Hann fær sostatt stívliga 37 mió kr sum vinningsbýti hesaferð, sæst í ársfrágreiðingini hjá Bakkafrost.

Aðrir stórir partaeigarar, sum eiga meira enn 5% av partapeninginum, eru Oddvør Jacobsen og Folketrygdfondet.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo