At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Bakkafrost ger íløgur fyri 2,5 milliardir komandi fýra árini fyri at økja framleiðsluna til yvir 76.000 tons.

Og aling til havs fer at økja vøksturin uppaftur meira.

- Málið er at økja til 76.000 tons innan 2023 frá 44.591 tonsum í 2018 og vónandi 54.500 tons í ár.

– Vit rokna við at klára 76.000 tons hetta tíðarskeiðið, men vit byggja nokk kapasitet til 100.000 tons, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sambært E24.no.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo