Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

Mynd: VP.FO

Bygdaráðið í Hvalba samtykti á fundi í gjárkvøldið, at lata Bakkafrost eitt bryggjuøki í Nesi til landstøð.

Bakkafrost hevur lagt tríggjar aliringar út, har fiskur skal í, og í tí sambandinum eru tríggir bátar hjá Bakkafrost komnir suður.

Janus Thomsen, borgarstjóri, er fegin um at meira lív kemur í nú, og sigur, tá ið VP ringir, at økið sum Bakkafrost hevur gjørt sáttmála um við Hvalbiar kommunu, ikki fer at ávirka verandi bátaeigarar.

Sambært borgarstjóranum, so er talan um ein fyribilssáttmála galdandi í fimm ár, og er hann gjørdur um eitt øki sum er um 3000 fermetrar til støddar, tá ið grótkastið er talt við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo