Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Vinna

Bakkafrost partabrævið hevur aftur sett met og handlar nú á tí tey á børsmáli kalla "all-time-high" ella tað mesta nakrantíð.

Tá marknaðurin lat aftur í dag var kursurin sostatt góðar 386,20 norskar krónur, eftir at hann tá dagurin byrjaði hevði verið heilt uppi á 392 krónum.

Metið áðrenn hetta var 380 kr og tað kom í september. Tann toppurin bleiv 'testaður' aftur fyri nøkrum døgum síðani, tó uttan at íleggjararnir høvdu dirvi til at lata dagin enda við nýggjum meti.

Men tað gjørdu teir í dag, nú kursurin endaði á góðum 386 krónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo