Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Vinna

Frá vinstru á myndini: Ólavur Thomsen, Suni Justinussen, Oddvald Olsen og Regin Jacobsen

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um keyp av einum 75m langum fóðurskipi. Hetta er annað fóðurskip av hesari støddini, sum JT electric skal lata Bakkafrost í 2018.

- Vit fegnast um, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Fóðurskipið verður útgjørt við framkomnu fóðurskipanini, sum er ment á Kambsdali.

Fólk frá JT electric skulu leiða umbyggingina, sum verður gjørd á einari skipasmiðju í Póllandi. Tøknin umborð verður framleidd í Føroyum og síðan ísett á pólsku skipasmiðjuni.

Hetta er áttanda fóðurskipið, sum JT electric letur føroysku alarunum. Fóðurskipini eru sera væl egnaði til aliøkini í Føroyum, sum eru millum tey mest útsettu í heiminum, tá ið tað kemur til veðurlag og høgar aldur.

Á JT electric starvast 33 fólk, harav 6 fólk arbeiða í eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo