At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Vinna

Bakkafrost fer í summar at flyta alt sítt virksemi úr býnum Clifton í ein nýkeyptan bygning í býnum Wayne í New Jersey í USA.

Hanus Jacobsen, leiðari hjá Bakkafrost í USA sigur við VP, at talan er um ein bygning, sum er væl størri enn tann bygningurin, sum Bakkafrost í dag brúkar.

- Vit hava keypt ein bygning á áleið 3000 fermetur, har vit fara at flyta okkara virksemið einaferð í summar. Bygningurin er umleið tvífalt so stórur sum gamla virkið, og tað eru um 43 fólk knýtt at virkinum, írokna bilførarar til okkara vørubilar, sigur hann.

Talið av starvsfólkum á nýggja virkinum verður áleið tað samað, men umstøðurnar hjá bæði starvsfólki og vøru verða munandi betur.

- Vit fáa meira goymslupláss og fara at framleiða fleiri feskar vørur á nýggja virkinum, enn vit gera í dag. Í løtuni arbeiða vit við einari total renovering av bygninginum, so tá vit flyta inn, hava vit ein nýggjan bygning, sigur Hanus Jacobsen við VP.

Hann leggur afturat, at tað búgva umleið 55 milliónir fólk innanfyri góðar 400 km frá virkinum.

-  Tí hava vit ein ógvuliga stóran kundaskarða í nærumhvørvinum, har vit kunnu leverað vøruna við okkara egnu bilum. Vit hava sostatt goymslu av feskum og frystum laksavørum, vit hava eina framleiðslu linju, har vit skera fløk og portiónir, umframt at vit hava bilar sum heinta laks á flogvøllinum, koyra inn á virkið, og levera til kundarnar beinleiðis frá virkinum, sigur hann.

- Afturat okkara egna laksi, keypa og selja vit eisini feskan laks frá øðrum alifeløgunum, úr Noregi, Canada, Skottlandi, Chili og Íslandi. Hetta er ein partur av virkseminum, sum var á virkinum sum vit yvirtóku í 2018. Hetta tryggjar støðugt virksemið á virkinum, og gevur okkum eina sera góða mynd av marknaðinum. Høvuðsvøran er tó Bakkafrost laksur, sum eisini hevur bestu góðskuna, sigur Hanus Jacobsen, leiðari hjá Bakkafrost í USA í viðtali við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo