Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Vinna

Ársúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum var 960,3 mió krónur í 2018 samanborið við 511,4 mió krónur fyri 2017.

Rakstrarúrslitið fyri 2018 var 1.075 milliónir krónur samanborið við 1.378 milliónir krónur fyri 2017.

Lækkingin í rakstrarúrslitinum stavar í høvuðsheitum frá hægri kostnaði á tveimum aliøkjum og minni tøku í aligeiranum.

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Bakkafrost, sum júst er vorðin almenn.

Har sæst eisini, at samlaða nettosølan minkaði úr 3,77 mia kr í 2017 til 3,17 mia kr í fjør.

Avlopið fyri hvørt partabræv áðrenn virðisjavnan av biomassa og avseting til tapsgevandi sáttmálar var 16,44 kr, men eftir avsetingarnar var tað 19,74 kr. Samsvarandi tøl fyri 2017 vóru 21,08 kr og 10,52 kr.

Miðal dagsprísurin á laksi var næstan tann sami í 2018 saman borin við 2017. Men gjøgnum árið sveiggjaði laksaprísurin nógv. Hægsti mánaðarligi miðalprísurin í mai 2018 var næstan 8 EUR fyri kg samanborið við lægsta mánaðarliga miðalprísin á  umleið 5,5 EUR fyri kg, ið svarar til eitt spenni á 2,5    EUR fyri kg, skrivar Rúni M. Hansen, nevndarformaður í frágreiðingini.

- Bakkafrost hevur lagt stóran dent á at betra um viðgerðarhættirnar móti  fiskalús í sínum alivirksemi. Í 2018 varð einki medisinskt bað nýtt móti fiskalús. Viðgerðir við feskum vatni og flógvum sjógvi vóru best umtóktar. 

Harumframt nýtir Bakkafrost rognkelsi – einasta reinsifisk í Føroyum – sum eina týðandi fyribyrgjandi atgerð móti fiskalús, sigur Rúni M. Hansen. Hann nevnir eisini, at nýggja mekaniska viðgerðin gjørdi, at fellið øktist nakað.

- Orsøkin til økta fellið seinastu tvey árini er í høvuðsheitum orsakað av nýggju viðgerðunum móti fiskalús, sigur hann og nevnir eisini eina aðra stóra avbjóðing í 2018 sum var, tá ein stórur partur av øllum fiskinum í einum aliøki við Kolbanagjógv doyði av størri alguvøkstri enn vanligt.

- Tað hevði øktar útreiðslur við sær og fer at gera, at minni verður at taka í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo