Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ein vatnroynd í gjár staðfesti, at bakteriur eru í drekkivatninum í Kaldbak. Mælt verður tí í fyrstu atløgu til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, hetta til nærri boð verða givin.

Vatnroyndin í gjár staðfesti eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni. Tá so er, verður kókitilmæli lýst í fjølmiðlunum.

Umsýn verður tikið í dag, og úrslitið fyriliggur í morgin, sigur Viggo Christiansen, stovnsleiðari á Vatn & gøtuljósdeildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo