Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Trafikkministarin stendur á speedaranum nú valið nærkast.

Heðin Mortensen hevur bensin í blóðinum og ferðin er øgilig.

Seinasta sprellið hjá Heðin Mortensen, sambært viðtalu í Sosialinum er, at Pf Suðuroyartunnilin skal stovnast áðrenn løgtingsvalið.

Hetta ber til um Aksel V. Johannesen velur ikki at skriva út val á Ólavsøku, sigur Heðin Mortensen.

So kann tingið samtykkja nýggja tunnilsfelagið og Heðin Mortensen sleppur at senda valballónir upp.

Men tað skal berast skjótt at.

Um Aksel V. Johannesen ikki skrivar út val á Ólavsøku, so noyðist løgmaður kortini at gera tað í ólavsøkuvikuni.

Tað krevur lógin, tí tað má ikki ganga meira enn 4 ár millum løgtingsvalini.

Og tíðarfreistir skulu haldast.

Løgtingið fær tískil neyvan meira enn tveir arbeiðsdagar til ballónherferðina og tunnilsframløguna hjá Heðin Mortensen.

Her verður ikki nógv tíð til orðaskifti, nevndarviðgerð osfr.

Her verða bert stundir at siga: ”Yes mister Minister.”

Ein verkætlan uppá 3½ milliard, sum fyrst kann byrja um 4 ár, skal skrumblast ígjøgnum upp á tveir dagar, beint undan einum løgtingsvali.

Hetta er føroyskur politikkur, tá hann er upp á tað besta.

Aksel V. Johannesen hevur áður tveitt ”vargar” úr Javnaðarflokkinum.

Nú hevur Aksel V. Johannesen størsta javnaðarvargin undir liðini á sær í Tinganesi.

Miðlahúsið og Kringvarpið seta sum vant ongan kritiskan spurning til ballón-ministarin.

Kanska hoyrur hann til rættan flokk.

Helium

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo