Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Bitcoin er ein av fleiri sonevndum 'kryptovalutaum' sum liva sítt lív á netinum. Virðið er nærum eksploderað seinastu árini, men skuldi tú vilja veksla hetta virðið til vanligar pengar, so er tað ikki bara sum at siga tað. Tí so skal ein banki inn í leikin, og teir vilja ikki spæla við.

Børsen skrivar, at í Danmark gera reglurnar fyri hvíttvasking av pengum, at bankarnir hugsa seg um meira enn einaferð áðrenn teir vilja vera við til at veksla Bitcoin til vanligar pengar. Blaðið hevur spurt fleiri bankar, og hóast teir flestu siga nei, so finnast eisini onkrir, sum ikki eru púra avvísandi.

Somu reglur um hvíttvasking galda fyri føroyskar bankar.

VP hevur spurt hjá størru føroysku bankunum, og har verður sagt at tað, tey hava havt við bitcoin at gera, er ímillum lítið og onki.

- Vit skulu kunna dokumentera, hvar pengarnir koma frá sum verða settir inn á konto í bankanum tá talan er um stórar upphæddir. Men eg haldi ikki, at vit hava havt nakran fyrispurning frá nøkrum kunda um júst hetta, sigur Sverri Justinussen leiðari av Markets hjá Betri Banka.

Virðið á einum Bitcoin lá leingi á umleið einum dollara men byrjaði í 2013 at økjast og er nú komið uppá yvir 12.000 dollarar fyri eina bitcoin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo