Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Vinna

- Vit leggja stóran dent á at geva øllum okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu og uppliving í bankanum. Tí harmast vit um úrslitið av kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt av danska marknaðinum, og sum vit fara at leggja alla orku í at bøta um.

Soleiðis sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik í viðmerking til grein á VP í gjárkvøldið, sum viðgjørdi eina kanning av umdøminum hjá fleiri donskum bankum. BankNordik fekk so vánaligt skotsmál, at bara ein banki var verri.

- Vit hava seinastu árini sett fleiri ymisk tiltøk í verk, sum hava til endamáls at geva viðskiftafólkunum eina uppaftur betri tænastu og ráðgeving. Eitt nú hevur nýggja heimasíðan, ið varð liðug í vár, givið viðskiftafólkunum á øllum okkara marknaðum nýggj amboð og viðkomandi innihald, sum er lagað eftir ymiskum lívsstøðum, sigur Árni Ellefsen.

Hann sigur, at bankin hevur tann trupulleika í mun til kanningar sum hesa, at hann er lutfalsliga ókendur á danska marknaðinum. Tí fylla svarini frá kundum, sum ikki kenna bankan, lutfalsliga nógv.

- Hetta hava vit í hyggju at broyta, tá ið vit seinni í ár fara at leggja størri orku í at bøta um okkara umdømi og støðu á danska marknaðinum. Síðani vit í 2017 byrjaðu at gera egnar NPS-kanningar, har vit javnan spyrja viðskiftafólkini, hava vit sæð framgongd í nøgdseminum hjá okkara viðskiftafólkum. Tað fegnast vit sjálvandi um, men vit eru eisini greið yvir, at vit framvegis hava eina stóra uppgávu í at tryggja, at øll viðskiftafólk fáa eina góða ráðgeving og tænastu hjá okkum, sigur Árni Ellefsen í viðmerking við VP.

Les eisini: BankNordik fær vánaligt skotsmál í kanning

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo