Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Peningastovnarnir hava avbjóðingar og noyðast at finna nýggjar møguleikar at fíggja sítt virksemi, millum annað við at taka gjald frá sínum viðskiftafólki fyri at hava pening standandi á bók. 

Men tað er ein kantur, tað heldur í øllum førum nevndin í Føroya Skipara og Navigatørfelag, sum ikki vildi finna seg í, at ein uppsamlingarkonta til frítíðarløn hjá limunum fekk negativa rentu. Felagið hótti við at flyta sínar kontur í Betri Banka, har tey høvdu fingið orð uppá, at onki fór at verða kravt.

Við Útvarpið í kvøld segði stjórin í BankNordik, Árni Ellefsen, at tey har nú hava endurskoðað málið, og kortini ikki ætla at taka negativa rentu fyri frítíðarkontuna hjá Føroya Skipara og Navigatørfelag.

Les eisini: Hvussu negativur kann ein banki vera móti sínum kundum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo