Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vinna

Ímeðan børsrakettin Bakkafrost hevur mist tvey prosent av virðinum hevur hitt partabrævið, BankNordik lagt smá fimm prosent afturat virðinum fyrstu handilsdagarnar á árinum.

Ein einsamøll vika, sum heldur ikki var ein full vika, tí mánadagurin var halgidagur, sigur kanska ikki so nógv, men summi halda, at soleiðis sum eitt partabræv klárar seg fyrstu vikuna, soleiðis fer eisini úrslitið av vera tá avtornar.

Faroe Petroleum hevur lagt gott og væl eitt prosent afturat virðinum higartil í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo