Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava í dag longt samstarvið fram til 2022.

Hetta merkir, at samtakið heldur fram sum høvuðsstuðul hjá føroyska ítróttarfelagnum og sostatt verður við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskir útisetar hava havt seinastu árini.

ÍF Føroyar verður rikið av eldhugaðum ungum føroyingum, og hevur stóran týdning fyri samanhaldið og ítróttarlívið hjá útisetum í Keypmannahavn.

Allar ítrottagreinar hjá ÍF Føroyum eru sera virknar og klára seg væl. 1. mansliðið hjá hondbóltinum endaði á einum 2. plássi í kvalifikatiónsrekkjuni. Kvinnuliðið kláraði seg eisini avbera væl og endaði á einum 2. plássi í seriu 1.

ÍF Føroyar fimleikur er eisini í støðugari framgongd og hevði í 2018 hægsta limatalið nakrantíð. Hetta er m.a. eitt úrslit av væl skipaðum rakstri.

Fótbólturin hevur eisini klárað seg væl, og felagið er sera virkið - bæði á og uttanfyri vøllin.

ÍF Føroyar hevur eisini týdning fyri føroyskan ítrott. Her hava føroyskir útisetar møguleika at varðveita ella betra um ítrottarliga støðið, til teir koma aftur at støðast í Føroyum.

Forkvinnurnar í felagnum, Beinta S. Poulsen fyri hondbóltin, Nanna Danberg fyri fimleikin og Sunneva T. Magnussen fyri fótbóltin fegnast um, at BankNordik ynskir at stuðla og menna føroyskan ítrótt í Keypmannahavn.

Tað gevur felagnum møguleika at víðka um virksemið og á ymsan hátt menna limirnar í felagnum, ið gevur drívmegi hjá øllum til at gerast enn betri.

“Í BankNordik-samtakinum eru vit fegin um, at samstarvið við ÍF Føroyar heldur fram. Føroyskur ítrottur hevur stóran týdning fyri útisetar í Keypmannahavn, og hesum vilja vit fegin stuðla. Við samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av føroyskum ítrótti í Keypannahavn og vera ein sjónligur partur av felagsskapinum hjá útisetum,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum hondbólti, fótbólti og fimleiki í Keypmannahavn enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar.

Avtalan er ein liður í, at BankNordik-samtakið framhaldandi stuðlar og er við í menningini av útisetalívinum í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo