Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Politikkur

- Jú, tað er rætt, vit hava verið ósamdir við bankan um upplýsingar og annað sum bankin krevur í samband við lógina um hvítvasking, váttar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá VP spyr.

Ósemjan koma í hæddina herfyri tá bankin stongdi kontoina hjá Miðflokkinum, so hann ikki fekk goldið sínar rokningar og annars brúkt av pengunum sum standa á bók.

Jenis av Rana, sum eisini er kassameistari hjá Miðflokkinum, greiðir frá, at hann og onnur sum mynda flokkin lótu bankanum kravdar upplýsingar, so sum samleikaprógv og annað.

Síðani kravdi bankin sambært Jenisi av Rana, at allir nevndarlimirnirnir skuldu vera kundar hjá bankanum, vísandi til at tað var neyðugt eftir lógini um hvítvasking.

- Tað vildu vit ikki góðtaka, og fingu eisini bankan at ganga frá tí kravinum, men bankin helt fast um, at øll nevndin skuldi skrásetast við bæði einum og øðrum, og tað vildu vit snøgt sagt ikki finna okkum í, tí tað er ikki nakað krav sambært lógini, sigur Jenis av Rana við VP.

Hann sigur, at lógin krevur at nevndarlimir í fyritøkum skulu vera skrásettir hjá bankanum, men hann heldur ikki, at sama krav er galdandi fyri politiskar flokkar.

- Bankin yvirtulkar lógina, og tað kom til skarpskeringar har eg setti teimum eina freist, annars fóru vit at leita eftir nýggjum banka, sum ikki hevur somu fatan av lógini sum BankNordik.

Jenis av Rana upplýsir fyri VP, at tað hevur eydnast, og í vikuni bleiv millumverandi hjá Miðflokkinum og BankNordik gjørt upp og pengarnir sum flokkurin eigur á bók fluttir í Suðuroyar Sparikassa, sum framyvir fer at vera bankasambandið hjá flokkinum.

Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá umboði fyri BankNordik í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo