Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Útlendis ítróttur

Manchester United managarin Ole Gunnar Solskjær leggur nú upp til, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn David de Gea skrivar undir ein nýggjan sáttmála við felagið.

Undan venjingardystinum ímóti Leeds United, sum verður leiktur í avstralska býnum Perth í morgin, segði Solskjær, at tað er upp til felagið og de Gea sjálvan at kunngera, um og nær tann nýggi sáttmálin verður kunngjørdur.

- Hann spælir við í dystinum í morgin, og vónandi finna vit eina semju við David. Sum eg havi sagt nakrar ferðir, so er tað upp til felagið og David sjálvan at kunngera, nær og um tað hendir, segði Solskjær sambært Manchester Evening News.

Væntandi er, at de Gea við tí nýggja sáttmálanum kemur at fáa minst 350.000 pund um vikuna. Sum nú er, fær spanski málverjin umleið 200.000 pund um vikuna.

Enskir miðlar vilja vera við, at de Dea skrivar undir nýggja sáttmálan, eftir at pre-season er av, og liðið er komið aftur til Manchester.

De Gea (28) kom til Manchester United frá Atletico Madrid fyri 18,9 milliómir pund í 2011. Hann hevur leikt 362 dystir fyri teir Reyðu Djevlarnar, og heili fýra ferðir er hann kosin ársins leikari í United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo