Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Sambært D&V hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum sett útlendingar at leiða serfrøðingabólkin sum skal fortelja okkum hvussu bygnaðurin í sjúkhúsverkinum skal verða.

Fyri at siga sum er, so eri eg um at blíva til frens av, at mann so mangan skal hála útlendingar inn, at fortelja okkum hvussu vit skulu gera og liva.

"Gløgt er gestsins eyga", sigur eitt orðatak. Men máti skal vera við.

Um mann so absalut skal hava útlendingar við í arbeiðið, kann tað so ikki vera sum síðusettir ráðgevar ella okkurt tílík, og ikki sum beinleiðis formansskapur!

Eg haldi at landsstýriskvinnan í heilsumálum átti at skamma seg!

Janus Rein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo