Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Krutl

Annika von der Lippe, sum spældi Barbara í filminum við sama navni hjá Niels Malmros í 1997, fekk í nátt eina Emmy virðisløn.

Virðislønina fekk hon fyri at vera "besti kvinnuligi sjónleikarin" og hon fekk hana fyri leiklutin sum lensmaðurin Helen Sikkeland í sjónvarpsrøðini "Øyevitne" sum NRK fór at senda í fjør heyst.

Tann 51 ára gamla Annika von der Lippe hevur áður verið tilnevnd at fáa eina Emmy, tað var í 2005.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo