At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Vinna

- Tá Barbara Holm fyrstu ferð kom í starv í Kringvarpi Føroya í oktober 2019, vóru hesi viðurskifti umrødd, so tíðindaleiðarin hevur verið kunnaður, skrivar Georg L. Petersen, sum í útsendum skrivi í dag til miðlarnar kallar seg Deildarleiðari/News director, Aktuelt.

Georg L. Petersen skrivar eisini, at "avgjørt varð, at Barbara Holm eftir starvssetan ikki longur skuldi luttaka í hesi verkætlan."

- Tað tekur tíð at taka seg aftur, tí alt samskifti hevði verið umvegis Barbaru Holm áðrenn starvssetanina í Kringvarpi Føroya. Hon hevur síðan bara havt avmarkað samkifti av praktiskum slag í forlongilsi av tí teldupostsamskifti, sum hevði verið frammanundan.

- Barbara Holm hevur í dag einki við hesa verkætlan at gera, skrivar deildarleiðarin í lesarabrævinum, sum kann lesast í fullari longd niðanfyri.

Men sambært innliti hjá VP, so eru tveir teldupostar frá Barbaru Holm, sum ikki vísa tað sama sum deildarleiðarin á Aktuelt deildini kunnar allar miðlar um í sínum skrivi.

Í tveimum teldupostum frá 2. januar 2020 og 6. januar 2020, sum eru sendir til Sunda kommunu, skrivar Barbara Holm til dømis: "Vit eru klár at rinda stykkið ..." og eisini "Vit arbeiða av øllum alvi við endaligu umsóknini um byggiloyvi...."

Og so ikki minst: "Eg skal vita kontonr ...."

Tá ið VP í gjár spurdi Barbaru Holm um eina viðmerking til málið, svaraði hon, at hon hevði onga viðmerking.

- Tit gera fullkomuliga sjálvi av, hvussu tit dekka hetta málið. Eg havi onga viðmerking, var einasta viðmerkingin frá Barbaru Holm.

Les eisini:

Greiður politikkur um hjástørv

Barbara Holm hevur onga viðmerking

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo