Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Tað verður 49 ára gamla Barbara Samuelsen, ið skal standa á odda fyri Visit Tórshavn.

Barbara hevur seinastu 9 árini starvast sum deildarleiðari í Kringvarpi Føroya. Hon er útbúgvin Cand.comm. í samskifti og søgu við Roskilde Universitetscenter og Bachelor of Arts í Communication Studies og Sociology við University of London.

- Barbara hevur viðkomandi royndir og útbúgving og hevur sostatt sera góðar førleikar at røkja starvið sum stjóri á Visit Tórshavn, sigur Henny á Líknargøtu, nevndarformaður.

Visit Tórshavn er í eini spennandi tilgongd við at menna felagið og tær tænastur, ið verða veittar borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum. Stjórin skal standa á odda fyri hesi menning, saman við dugnaligu starvsfólkunum.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing og síggi eg áhugaverdar framtíðarmøguleikar fyri at styrkja og menna Visit Tórshavn, sigur nýggi stjórin, Barbara Samuelsen.

Barbara Samuelsen tekur við starvinum 1. november.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo