Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tann amerikanski fornfrøðingurin Eric H. Cline hevur  skrivað eina hugtakandi bók um Megiddon–fjalli, sum síðan Jóhannes Opinbering hevur verið leikpallur fyri nøkrum av miklu bardøgunum í heimssøguni.

Harmageddon er eitt staðarnavn við sterkum hugsanarsambandi til dómadag. Ì opinbering Jóhannesar Opinberingin (kap.16,v16) verður sagt, at á Dómadegi vil endaliga uppgerðin ímillum Gud og Satan fara fram við Harmagedon. 

Orðið Harmageddon stammar frá griskum og er ætlandi ein tillaging av hebraiska “Har Megiddon”, sum betýður, er eins, og Megiddons Berg. Býurin Megiddo liggur á Jizre`el slættanum í Galilea, og tað er sambært amerikanska arkæologin Eric H. Clavgjørt ikki av tilvild at høvindin til Opinbering Jóhannesar nettup valgdi Megiddo til stríði ímillum Gud og Satan.

“Fá onnnur umráði í heiminum kunnu gera krøv uppá at hava sæ so mangar ymiskar umtalaðar stríðsmegi sum hetta umrødda landi” skrivar Cline í bókini “The Battles of Harmageddon”  Cline, íð er professari við George Washington University í Washington, nevnir at Megiddo faktisk ikki er eitt Berg, men ein festningur frá umkr.ár 1000 f.Kr.

Tá íð eg havi hættað mær her, sum nevnt, at festa annans og egnu tankar um evni á blað, so hongur tað saman við framúrskarandi árininum á meg fyrstu framúrskarðandi Ísraels ferð míni fyri kortum við einum bólki av ymiskum fólkum frá Kelduni.

Eg má viðganga, orðini hjá kenda ísraelsmanninum á sinni, tá íð hann mælti til, at taka skógvarnar av fótinum avtíð ein gekk á Bíblini, soleiðis kendist tað mær fyri hvørt stig eg tók Í heilaga landinum. Fólk og lond, ikki minst okkara, eru halgai við orið Guðs og lyftum ígjøgnum andaligu fedrarnar. Men Ísrael hevur skaparans serliga tokka, mær tókti tað árínandi, at vera har.

Ein dag okkum var lagað, at koma niðan á Karmel fjalli, fyri mær var tað serliga minni um Elias profet, sum hugtók har uppi, men tá íð eg leit meg umkring og sá yvir á Harmageddon slættan, snørdust stemmubondini við tankan um Bíbilins frásøgn um framtíðar hendingina í har er planera av eini hægri makt. Òndskapurin tykist eisini hava planera sína dagsskrá til seinastu løtu, sjálvt um avgerandi slagi er yvirstaði fyri tveytúsind árum síðan, Tað kennist sum endabresturin ímillum okkar Gud og mótstøðuman hansara og okkara møguliga er umrøddi dagur og stað Harmageddon kemur at umboða, nakað annað er óhugsandi.

Jóhnnes M. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo