Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Eg eri ómetaliga glaður um, at samgongan hevur borið so skjótt at og lagt eitt uppskot til nýggja løgtingslóg um sjófeingi.

Landsstyrismaðurin og umsiting hansara skulu hava stórt rós fyri skjótt og gott arbeiði.

Aftanfyri uppskotið sum nú er til viðgerðar hava allir partar í samgonguni verið noyddir at ganga uppá kompromis. Ongin hevur fingið alt sítt ígjøgnum – heldur ikki Fólkaflokkurin.

Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tað verður gjørd ein varandi semja um karmarnar hjá fiskivinnuni.

Uppskotið, sum tað nú fyriliggur átti at kunna verið samtykt av einum breiðum meiriluta á Føroya Løgtingið.

Í uppskotinum verður sokallaði ognarrætturin hjá samfelagnum staðfestur. Talan er ikki um at landið á nakran hátt missur tamarhaldið á fiskivinnuni. Talan er ikki um nakra privatisering.

Loyvini sum vera givin eru tíðaravmarkað rættindi at fiska og løgtingið skal á hvørjum ári taka støðu til at leingja loyvini. Samstundis fær fiskivinnan nøkulunda tryggjar karmar og kann gera íløgur, sum altíð eru baseraðar á langtíðarfígging v.m.

Loyvini verða umsetilig og hettar tryggjar at dynamikkur kann vera í vinnuni, og hettar tryggjar eisini, at nýggir aktørar sleppa framat gjøgnum eina náttúrliga proces. Eg vil ávara tingmenn og siga beinleiðis, at tað ikki er realistiskt at lóggeva nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna.

Uppskotið inniber samstundis nýggjar karmar, sum í hvussu so er ger tað møguligt, at nýggir aktørar kunnu sleppa framat. Øll tann mongdin, sum bleiv seld á uppsboðssølu sum 1- ára loyvir og allar menningarkvoturnar verða slidnar saman og helvtin av hesum verður so selt á uppboðssølu, meðan hin helvtin verður sett av til roydir og menning.

Tað vil siga, at fyriliggjandi uppskot ikki er eitt uppskot, har alt tilfeingi verður latið til nakrar fáar at ráða yvir. Uppskotið er á hesum øki í veruleikanum meira víttfevnandi enn verandi løgtingslóg um sjófeingi.

Klókasta broytingin í lógini um vinnuligan fiskiskap varð gjørd í 1998, tá Fólkaflokkurin og Tjóðveldi samtyktu eina umsetiliga skipan.

Skipanin var tó bert galdandi fyri ein part av okkara flota – herundir uppsjóvarflotan. Hesin partur av flotanum hevur síðani 1998 tillagað seg til broyttu umstøðurnar.

Tillagingin ella rationaliseringin hevur givið sera stórt avkast til føroyska samfelagið.

Í veruleikanum er tað hetta avkast, sum í dag fíggjar stóran part av vælferðini í Føroyum.

Tað verður til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið um verandi skipan ikki verður avtikin beinanvegin.

Fiskivinnan má skipast eftir einum leisti, har farið verður frá uppboðssøluskipan til avgjaldsskipan. Tað er júst hetta, sum ætlanin er við hesum uppskotinum.

Tað finst eftir míni metan bara hesin leistur, sum kann bjarga føroysku fiskivinnuni:

• at uppboðssølan verður avtikin, og at skip fáa 12 ára loyvir. Nýggjum aktørum verður tryggjað atgongd til vinnuna gjøgnum umsetiliga skipan

• at skipanin við menningarkvotum verður avtikin. Leistur verður gjørdur fyri tey, sum hava fingið tillutað menningarkvotur, soleiðis at teirra rættindi verða tryggjaði. Skipanin við menningarkvotum verður annars avtikin og ein mongd verður í staðin sett av til royndir og menning, soleiðis at vinnan eisini verður tvinga til at leggja dent á langtíðartryggja raksturin við eitt miðvíst at fara eftir at økja um virði av teirri mong sum verður fiska

• at ásett verður hóskandi tilfeingisgjald, sum eisini tryggjar, at vinnan framhaldandi hevur lønandi rakstur og sum eggjar til nýíløgur

• at útlendingar sum hava gjørt íløgur framhaldandi kunna virka eftir teimum fortreytum sum teir hava havt tá íløgan bleiv gjørd, tó soleiðis at reglurnar um eftirlit skulu herast. Framyvir verður markið fyri hvat útlendingar kunnu eiga ásett til 25% og hetta svarar til tað mark sum er galdandi í Islandi.

• at ásett verða eigaraavmarkingar, sum veita ávísa spjaðing av ognarskapinum í fiskivinnuni.

So tað verður mín vón, at hetta uppskot fær skjóta og góða viðgerð. Tað skal vera mín inniliga áheitan til andstøðuna um at verða við til at langtíðartryggja karmarnar fyri føroysku fiskivinnuna.

Bardagin um føroysku fiskivinnuna má steðga nú, annars verður hetta poltiska klandri til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið.

Christian Andreasen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo