Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Tiltøk

Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum.

Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum.

Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 12. oktober kl. 20:00. Í heystfrítíðini er eingin dansur, men síðani verður dansað hvørt fríggjakvøld kl. 20 frá 26. oktober fram til 7. desember – og aftur frá 4. januar til 22. februar 2019. Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo