Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Onnur tíðindi

Í dag varð aftur eitt framúr gott og spennandi tiltak í Vági, tá Barngarðsfótbóltur á fyrsta sinni varð skipaður í Marghøllini í Vági.

Talan var um eitt sera gott tiltak, har fleiri enn 100 børn frá dagstovnum úr allari Suðuroynni vóru í Marghøllini og spældu fótbólt – og sjálvandi fingu øll heiðursmerkið aftaná.

Tiltakið er onkursvegna sprottið úr royndunum við Skúlafótbólti, sum eisini er í Marghøllini, sigur Jens Petur Brattalíð, leiðari í Marghøllini, við sudurras.fo.

-Og tá vit vendu okkum til dagstovnar í Suðuroynni, so vóru øll við uppá hugskotið og eg haldi eisini at øll hava havt ein sera góðan dag í Marghøllini, sigur Jens Petur Brattalíð.

Tiltakið eydnaðist sera væl og hetta verður uttan iva eitt tiltak, sum verður skipað aftur eina aðru ferð, og kanska eisini verður víðkað til at bjóða dagstovnum kring landið til Vágs til Barnagarðsfótbóltur, sigur Jens Petur Brattalið, hallarleiðari.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo