At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Lesarin skrivar

Vit vita, at arbeiðseftirlitið, barnaumboðsmaðurin, fyrrverandi leiðarar og okkara egnu álitisfólk, hava víst á, at viðurskiftini í Eind 10, barnavernd, mugu fáast í rættlag.

Álitisfólkini vóru tó bert møtt við burturforkláringum, og tað tykist sum um leiðslan roynir at seta starvsfólkabólkarnar upp ímóti hvør øðrum.
 
Tá starvsfólk hava víst á ótolandi viðurskiftir, verður tað “manipulerað” til at snúgva seg um arbeiðsætlanir og arbeiðsskipanir, og tey fáa  greitt at vita, at “um tey ikki tola luktin í bakarínum”, kunnu tey fara. Námsfrøðiligu argumentini um hvørji tiltøk eru skilagóð fyri at tryggja trivnaðin og menningina hjá børnunum, verða niðurgjørd og avvíst.
 
Er tú atfinningarsamur mótvegis leiðsluni, verður tú ákærd/ur fyri illoyalitet, og kanst vænta so líðandi at vera fryst/ur úti.
 
Starvsfólk hava víst á, at tey eru bangin um børnini.
 
At stjórin í Almannaverkinum í Degi og Viku 10. februar 2020, ikki tykist hava fult innlit í, ella dugir at síggja hvat gongur fyri seg, tykist okkum løgið. At vísa til nakrar broytingar í leiðsluskipanini, har eitt nú eind 10 verður flutt frá at vera ábyrgdarøkið hjá einum til annan depilsleiðara, er ikki at fremja tær neyðugu broytingarnar. At senda ein eindarleiðara til hús, tí hon m.a. hevur víst á, at umstøðurnar í eindini ikki eru haldbarar, er ongin loysn.
 
Vónandi lurtar landsstýriskvinnan í Almannamálum eftir øðrum enn leiðsluni í Almannaverkinum, sum ikki sær út til at hava skilt støðuna.
 
Fyri okkum at síggja eigur øll skipanin um barnavernd at vera endurskoðað og eftirmet, ongantíð ov skjótt.

Jógvan Philbrow
Formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo