Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
- Alf Larsen
Onnur tíðindi

Tey sum fylgja við og plaga at pikka uppá barometrið hava helst gáa eftir, at tað er óvanliga lágur standur í morgun. Vindurin er eisini nógvur, millum sunnan og útsynning, men skuldi hasa nakað av sum dagurin líður.

Samanrenningin av óvanliga lágum barometurstandi og hørðum streymi ger, at flóð og fjøra kann væntast at blíva størri enn vanligt, serliga har sum ábært er.

Myndirnar niðanfyri hevur Fróði Heri Poulsen tikið av bátahylinum í Miðvági í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo