Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

BETRI: Hósdagin 13. juni kl. 17 verður Bassafestivalur hildin í Sørvági í sambandi við Country Festivalinum.

Á Bassafestivalinum undirheldur klovnurin BUBU og luttakarar úr Barnaprix fara at syngja. Á skránni verður eisini kanorógving, hestakaret, hoppiborgir, barnaspøl, fiskibrunnur og leitan eftir gulli.

Øll børn fáa ballón og gávu frá Bassa, og tey vaksnu kunnu hugna sær við einum kaffimunni.

Tiltakið er ókeypis og Bassi gleðir seg at síggja nógv børn úr øllum Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo