Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vágatíðindi

Í Føroyum hava flotbrúgvar altíð verið ankraðar við ketum, men Sørvágs kommuna hevur, sum fyrsta kommunan í Føroyum, valt eina nýggja ankringsskipan, ið kallast Seaflex.

Sørvágs kommuna samtykti á bygdaráðsfundi 23. januar 2019 at keypa nýggjar bátabrúgvar frá S.J.H Commercial Divers.

Talan er um at skifta uttasta partin av brúgvunum.

Hesin parturin er 80 metrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo