Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Dokumentaristurin Stacey Dooley hevur verið í Føroyum og gjørt ein dokumentarfilm um grindadrápið fyri BBC.

Eisini fer hon við einum norskum hvalaveiðubáti í Lofoten.

Hon ger eina erliga roynd at lýsa hvalaveiðuna frá báðum sjónarhornum - tí hjá teimum, sum liva av hvalinum, og tí hjá teimum, sum mótmæla.

Kate Sanderson, sum starvast fyri landsstýrið við at upplýsa um grindadráp, svarar truplum spurningum frá Stacey Dooley um, hví tað ikki altíð gongur sum ætlað, tá grind og springarar verða hildin til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo