Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Stýrið í Manchester United fer at geva venjaranum José Mourinho tíð til at venda gongdini í felagnum, sambært BBC.

Seint í gjár skrivaði Daily Mirror at Mourinho fór at fáa fótin uttan mun til úrslitið í dystinum í dag móti Newcastle.

NRK skrivar at BBC-journalisturin Simon Stone, kendur fyri sínar góðu keldur í og uttanum United, tulkar støðuna hinvegin at tað «ikki er nøkur beinleiðis hóttan móti venjarastarvinum».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo