Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Krutl

Hvannrók: Herfyri hugdi eg í myndabók á Tjarnargarði, har yngsti pápabeiggi mín, Vagn Erik Dahl Michelsen, býr. Vagn Erik er yngstur av seks systkjum og einasti eftir á lívi. Tey vóru fýra beiggjar og tvær systrar. Onnur systirin Minna doyði av tuberklum, hon var tá miðskeiðis í tjúgu-árunum, og hin systirin, Pitte, flutti til Danmarkar á ungum árum, har hon giftist dana. Vit ungu sóu upp til pápa okkara og pápabeiggjarnar, tí umframt at teir vóru beiggjar, vóru teir eisini vinmenn og góðir stuðlar hvør hjá øðrum. 

Foreldrini vóru bæði úr Havn. Pápin, Hans Jacob Dahl Michelsen, var úr Dalólastovu úti í Reyni, og Amanda Michelsen, fødd Poulsen, var uppvaksin á Húsabrúgv tætt við Havnar kirkju. Pápin var skipsførari og var millum annað við fyrstu sluppini, sum fór royndarfiskiskap til Grønlands í 1906. Seinni bleiv hann fyrsti havnarfúti í Havn.

Mamman var ikki meira enn farin um tey fjøruti árini, tá ið hon fekk heilabløðing, so hon misti førleikan. Hon fekk ikki tosað og hevði trupulleikar at fóta sær í gerandisdegnum. Læknin segði, at Amanda kanska bara fór at liva í eitt ár, tí skaðin var so mikið stórur, men hon livdi í 28 ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo