Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi í Riga í einum vælleiktum dysti, har mótstøðuliðið kanska ikki hevði ein góðan dag.

Alt talaði fyri at Føroyar fóru at fáa trý stig, tí føroyska landsliðið hevur leikt munandi betri seinastu nógvu dystirnar enn tað hevur gjørt áður.

Føroyska liðið hevur fingið tveir einastandandi kvikar og tekniskt dugnaligar leikarar í Halli og Brandi á miðjuni, men verjan hevur eisini ein sterkan leikara í miðvinginum Sonni Ragnar, sum stóð seg aftur framúr í dystinum í dag. Og so gjørdi hann eisini fyrra málið hartil.

Dagsins leikari var so avgjørt Hallur, sum fór um hálvan vøllin við bóltinum, áðrenn hann avleveraði hann til Edmundson, sum hesaferð rakti málið til 2-0.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo