Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Ráðstevnan, nevnd Barbershop, hevur eina røð av spennandi framløgum frá m.a. IKEA group, Deloitte and Volvo group. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna luttekur eisini í orðaskiftinum.

- Tað hevur stóran týdning, at øll – bæði kvinnur og menn - eru við, skulu vit fáa javnstøðu. Tað hevur týdning at vit hava góðar vælferðartænastur, soleiðis at kvinnur ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiðslív. Og tað hevur eisini stóran týdning, at pápar fáa sín lut í barnsburðarfarloyvinum. Hetta er gott fyri børnini, fyri menninar og fyri alla familjuna, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.

Fylg við beinleiðis her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo