At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

BirkBloggur: Eftir at hava skipað fyri Filmsdøgum í Felag, har kvinnur á filmi vóru tema, fer Filmsfelagið nú at vísa spildurnýggja filmin Beast, sum fer fram á Ermarsundsoynni Jersey, har 100.000 fólk búgva.

Beast er ein bretsk nøtrisøga um 27 ára gomlu Moll, sum enn býr hjá varnu foreldrunum á oynni Jersey. Hon møtir frælslynta Pascal og ein nýggjur heimur letur seg upp. Hon kennir seg livandi sum aldri áður. Tey flyta saman, men tá løgreglan pikkar á dyrnar kemur hon eftir, at kanska er hann hópdrápsmaður. Hvussu langt vil hon fara, treytaleyst at verja hann? Hvør er verri beist, hann ella hon?

Beast er fyrsti biograffilmur í fullari longd hjá Michael Pearce. Hann er føddur á Jersey í 1981, hevur lisið film og leikstjórn í Bournemouth og fiction direction á National Film & Television School. Her sæst leikstjórin Michael Pearce saman við Jessie Buckley, sum er Moll.

Les allan bloggin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo