Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Belgia tryggjaði sær bronsu undir hesum HM. Belgia vann 2-0 á Onglandi. Ongland hevði tonsavís av møguleikum at tryggja sær fyrsta steypið í 52 ár.

Hazard hevur økt til 2-0.

Thomas Meunier hevur skorað fyri Belgia.

Bronsufinalan í dag verður næstan sum ein vanligur Premier League-dystur, tí átta av teimum ellivu sum byrja inni fyri Belgia, leika í ensku Premier League.

Ongland hevur gjørt fimm broytingar frá semufinaluni móti Kroatia. Phil Jones, Ruben Loftus-Cheek, Eric Dier, Fabian Delph og Danny Rose koma inn. Út fara Ashley Young, Kyle Walker, Jesse Lingard, Jordan Henderson og Dele Alli.

Sí dystin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo