Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Merkisdagar

Bent á Lava, sum hevur starvast hjá Balslev seinastu 48 árini, hevur valt at gevast. VP var á gátt á skrivstovuni hjá honum í dag.

Tað var í juli í 1970, at Bent byrjaði í læru hjá Balslev. Tá lærutíðin var liðug, fekk hann ábyrgdina av søluni. Síðani hevur hann verið stjóri seinastu 25 árini.

- Nú skal tíðin brúkast til familjuna og abbasonin. Eisini havi eg ymisk fritíðarítrív, bát, stóran garð at røkja og ein campingvogn, sum familjan plagar at ferðast kring landið og uttanlanda við, upplýsir Bent á Lava fyri VP.

Spurdur um stórstu broytingina í Balslev tey 48 árini, ið hann hevur starvast har, svarar hann, at tað er tá Balslev flutti av kajini niðan til Hoyvíkar.

- Fyrst í 70'unum var ikki líka gott ferðasamband í Føroyum, tí brúgvin um streymin kom ikki fyrr enn í 1974, og allur trafikkur fór umvegis kajina. Tískil fingu vit, sum starvaðust har, alt við. Tá vit fluttu til Hoyvíkar, so vóru vit eitt sindur uttanfyri tað heila, sigur Bent á Lava.

Tey 25 árini, sum Bent á Lava hevur verið stjóri í Balslev, er nógv hent. Stórstu hendingarnar fyri kundan hava allarhelst verið í 1989, tá byggibúðin lat upp og í 1999, tá Balslev keypti eitt stórt goymsluøki. Eisini hava teir bygt eina handverkarabúð og gólvdeild.

Bent á Lava gevst á Balslev tann 1. januar 2019, tá Sjúrður Olsen tekur yvir sum stjóri.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo